Hvat er Anonymir alkoholikarar?

Anonymir alkoholikarar er ein felagsskapur av monnum og kvinnum, sum hjálpa hvørjum øðrum við at halda seg edrú, og sum eisini ynskir at hjálpa øðrum, sum halda, at tey hava ein alkoholtrupuleika. AA-skráin fevnir í høvuðsheitum um "tólv viðmælt stig" sum vegleiðing til persónliga endurvinning av heilsuni aftaná misnýtslu av alkoholi.

Felagsskapurin virkar í fleiri enn 89.000 lokalum bólkum í uml. 145 londum. Nógvir hundraðtúsund alkoholikarar eru vorðnir edrúir í AA. Men limirnir viðurkenna, at skráin ikki kann hjálpa øllum alkoholikarum, og at nøkur tørva professionella ráðgeving og viðgerð.

AA sæst bert við endurvinning av heilsuni og framhaldandi edrúskapin hjá tí einkulta, tá viðkomandi sjálvur biður um hjálp.

AA luttekur ikki í gransking, medisinskari ella sálarligari viðgerð, men AA-limir kunnu sum privatpersónar luttaka í tílíkum arbeiði, tó uttan at umboða AA.

Støðan hjá AA er "samstarv uttan tilknýti" í mun til felagskapir, sum fáast við alkoholismu.

Anonymir Alkoholikarar er fíggjarliga sjálvstøðugur felagsskapur, sum klárar seg við peningaligum stuðli og gávur frá limunum. Vit taka ikki ímóti fíggjarligum stuðli uttanífrá. Limir í AA eiga at vera anonymir í sambandi við pressu, film, sjónvarp og útvarp.


Hvat er alkoholisma?

Eftir uppfatan okkara er alkoholisma ein støðugt versnandi sjúka - andaliga so væl sum kensluliga (psykiskt) og likamliga (fysiskt). Royndir okkara siga, at alkoholikarin hevur mist tamarhaldið á sínum drekkaríi.


Hvussu virkar AA?

AA kann sigast at vera ein viðgerðarháttur, har limirnir stuðla hvør øðrum við at deila royndir sínar viðvíkjandi sjúkueyðkennum- og líðingum og endurvinning av heilsuni.


Hvat eru AA-bólkar ?

Grundleggjandi eindin í AA er lokali bólkurin, sum er sjálvstýrandi, uttan í viðurskiftum, ið viðvíkja øðrum AA-bólkum ella felagsskapinum sum heild. Eingin bólkur hevur ræði yvir limum sínum.

Til eru fleiri enn 89.000 bólkar í uml. 145 londum og av hesum bólkum eru fleiri á sjúkrahúsum og í fongslum. Hvør bólkur virkar eftir demokratiskum meginreglum og verður stýrdur av einum tænastubólki, sum er valdur millum limirnar at virka í styttri tíðarskeið. Eingin bólkur hevur fastar leiðarar.


Hvat skilja vit við ein AA-fund?

Hvør bólkur hevur javnan fundir, har limirnir siga frá royndum sínum, - ofta við atliti til "Tey 12 stigini", sum viðmælt eru til endurvinning av heilsuni hjá tí einstaka, og "Teimum 12 siðunum", sum eru stevnumið viðvíkjandi viðurskiftunum hjá bólkinum í mun til felagsskapin og samfelagið annars. Opnir fundir eru, har øll áhugaði eru vælkomin, og afturlatnir fundir, sum bert eru fyri persónar við alkoholtrupuleikum.


Hvør er limur í AA?

Øll, sum halda, at tey hava trupuleikar við alkoholi, eru vælkomin til AA-fundir. Ein verður limur heilt einfalt við at taka avgerðina um at gerast limur. Limirnir í AA eru kvinnur og menn úr øllum samfelagsbólkum, í øllum aldrum frá tannáringum og uppeftir, av øllum húðalitum, við mongum ymiskum átrúnaðarligum uppfatanum - ella heilt uttan nakra.


Hvat kanst tú vænta tær av AA ?

1.     AA-limir eru til reiðar at hjálpa øllum alkoholikarum, sum hava eitt ynski um at gevast við at drekka

2.     AA-limir kunnu seta seg í samband við ein alkoholikara, sum søkir hjálp, men vit vilja helst, at alkoholikarin sjálvur tekur fyrsta stigið.

3.     Av egnum royndum vita AA-limirnir mangan, hvar hóskandi viðgerðarmøguleikar eru, og kunnu hjálpa til við ávísingum til tílíka hjálp, hóast AA sjálvt ikki er partur av hesum slagi av viðgerðarháttum

4.     Ein finnur altíð AA-limir, sum vilja deila royndir sínar við áhugaði, - bæði í vanligum práti og í størri bólkum og samkomum.


Hvat kanst tú ikki vænta tær av AA ?

1.     AA útvegar sær ikki limir og roynir heldur ikki at trýsta ella yvirtala nakran til limaskap.

2.     AA hevur ongan limalista, ongi hagtøl og einki slag av skráseting av limum og viðurskiftum teirra.

3.     AA hvørki luttekur í ella stuðlar fíggjarliga alkoholgransking.

4.     AA luttekur ikki í ráðgevandi bólkum hjá øðrum sosialum myndugleikum, men AA-limir og -bólkar samstarva ofta við hesar.

5.     AA hvørki fylgir ella hevur eftirlit við limunum.

6.     AA ger ikki av medisinskar ella sálarligar sjúkur ella gevur útlit fyri sjúkugongd.

7.     AA veitir ikki sjúkrapleygu, medisinska ella psykiatriska viðgerð.

8.     AA veitir ikki átrúnarliga vegleiðing.

9.     AA tekur ikki lut í frálæru ella upplýsing viðvíkjandi alkoholi.

10.  AA útvegar ikki bústað, mat, klæðir, arbeiði, pening ella sosiala hjálp annars.

11.  AA ráðgevur ikki í familju- ella arbeiðsviðurskiftum.

12.  AA tekur ikki ímóti peningi fyri tænastur sínar og móttekur heldur ikki fíggjarligan stuðul uttanífrá.


GG: Tann einstaki AA-limurin kann luttaka í onkrum av hesum á privatum og persónligum grundarlagi, men hetta er ikki partur av hennara ella hansara AA-limaskapi.

Mong sum hava alkoholismu sum arbeiðsøki, eru eisini AA-limir. Teirra professionella arbeiði er hóast hetta ikki partur av AA-limaskapi teirra.

AA sum felagsskapur vil ikki metast sum serkunnleiki viðvíkjandi professionellum tænastum, sum teimum omanfyri nevndu.