Fyrsti siður:

Okkara felags vælferð eigur at koma fyrst; persónlig heilsubót er treytað av AA-samanhaldi.

Annar siður:

Viðvíkjandi bólkinum er bara ein endaligur myndugleiki - ein kærleiksfullur Gud, soleiðis sum Hann gevur seg til kennar í samvitsku bólksins. Leiðarar okkara eru bara tænarar, sum nógv verður litið til; teir ráða ikki.

Triði siður:

Tann einasta treytin fyri at gerast limur í AA er ynskið um at halda uppat við at drekka.

Fjórði siður:

Hvør bólkur eigur at vera sjálvstøðugur uttan í málum, sum ávirka aðrar bólkar ella AA sum heild.

Fimti siður:

Hvør bólkur hevur bara eitt høvuðsendamál - at bera boðskap sín til alkoholikaran, sum enn pínist.

Sætti siður:

AA-bólkurin eigur ongantíð at lata fíggjarligan studning ella læna navnið AA til nakað skylt endamál ella nakra fremmanda fyritøku, so at ikki peningur, ognir og virðing fáa okkum burtur frá sanna endamáli okkara.

Sjeyndi  siður:

Hvør AA-bólkur eigur at vera heilt sjálvbjargin og ikki taka ímóti íkasti uttanífrá.

Áttundi siður:

AA eigur at verða verandi óyrkislært, men miðstøður okkara kunnu hava serútbúgvið starvsfólk.

Níggjundi siður:

AA sum slíkt eigur ongantíð at verða skipað; men vit kunnu gera arbeiðsnevndir ella stjórnir, ið hava beinleiðis ábyrgd mótvegis teimum tær arbeiða fyri.

Tíggjundi siður:

Anonymir Alkoholikarar taka ikki støðu til spurningar uttan fyri Felagsskapin; tí eigur AA-navnið ongantíð at verða drigið inn í alment kjak.

Ellivti siður:

Upplýsingarpolitikkur okkara er bygdur á atdráttarmegi meira enn á lýsing; vit mugu altíð halda fast um persónligt navnloysi í samband við bløð, útvarp, sjónvarp og film.

Tólvti siður:

Navnloyna er tað andaliga støðið undir øllum siðum okkara og minnir okkum støðugt á at lata grundreglurnar ganga fram um tað persónliga.