MaryTHeather

Mary T og Heather úr USA hava

speakarafund í Argja Kirkju 1. august

Mary T og Heather úr USA koma til Føroyar 26. Juli. Saman við teimum koma Pam og Todd. Mary T og Heather vitjaðu í Føroyum á einum líknandi tiltaki í 2018. Tiltakið var væleydnað í allar mátar.

Á vitjanini verður millum annað skipa fyri opnum speakarafundi sunnudagin 1. august 13:00 til 17:00 í Argja kirkju, har evnið verður:

“How it works” ella “Soleiðis virkar tað” – 12/12/12

(tiltakið verður umsett til Føroyskt “læf”).

Øll eru vælkomin og minst til at hettar eru opnir fundir. 

Set merki í kalendaran fyri hesar dagar. Tær koma 26 juli og fara 8 august so tað ber væl til at vitja aðrar fundir eisini.

Møguligt er at stuðla tiltakinum á kontu í Betri Banka:

Mary T & Heather 9181 – 554 1400

(vit taka støði í www.contribution.aa.org í sambandi við stuðul og 7. Sið sum hjá AA hövuðsskrivstovu)

Um onkur hevur eitt kamar ella íbúð at læna okkum hesar dagar er tað sera vælkomið.  Ein song, atgongd til brúsu og líknandi. Kanska grind og spik?  Tey seta ikki stór krøv.

Vegna AA leygardagsbólkin klokkan 9 á Argjum

J. Tel 50774

 

Comments