Samband
Telefon 310555 (fyri tíðana svarar telefonin ikki og alt samskifti má vera við e-mail).
e-mail: taenasturad@aa.fo
Skrivstovan hjá Tænasturáðnum heldur til húsininum á Tinghúsvegi 37 í Tórshavn.
Konta í BankNordik: 6460-9947673

Tørvur á peningi
Í samband við rakstur av skrivstovu og útgávu av Stórubók hevur Tænasturáðið ein fíggjarligan tørv, sum als ikki verður nøktaður við núverandi stuðli frá bólkunum. Skrivstovan kostar okkurt um kr. 1.000,- um mánaðin fyri húsaleigu, internet og heimasíðu. Eisini kemur tað at kosta pening, iml. kr. 16.000,- árliga at útgeva blaðið, Box 10, fýra ferðir árliga. Men serliga er tað ætlaða útgávan av Stórubók, sum skapar ein fíggjartørv. Mett verður, at tað kemur at kosta oman fyri kr. 100.000,- at geva bókina út.

Tænasturáðið hevur sett sær fyri at byrja savna pening inn til hetta beinanvegin. So vit loyva okkum við hesum at heita á llar bólkar í Føroyum at lata mest møguligan fíggjarstuðul til Tænasturáðið. Tað sum ikki verður brúkt til rakstur fer beinleiðis til uppsparing at geva Stórubók út.

Eisini tú kanst stuðla við pengum
Hjá einstøkum AA-arum ber eisini til at stuðla arbeiðinum hjá AA í Føroyum við at flyta pening á konto hjá Tænasturáðnum í BankNordik 6460-9947673.

Tó er tað soleiðis, at AA, sambært 7.siði, ikki kann taka ímóti íkasti frá øðrum uttanfyri felagsskapin. Tað merkir, at tikið verður ikki ímóti gávum, t.d. pengum, blómum, arvi ella øðrum frá fyritøkum, avvarandi ella fólki uttanfyri felagsskapin.